Bústaðir: Húsaleigan á Heimasta Horni verður ikki lækkað

Bústaðir: Húsaleigan á Heimasta Horni verður ikki lækkað
Fleiri enn 1400 fólk á bíðilistanum fingu boðið at leiga tær 22 íbúðirnar, sum nú allar eru leigaðar út
Allar íbúðirnar hjá Bústøðum á Heimasta Horni í Havn eru leigaðar út.
 
17.06.2024 - 12:25

- Íbúðirnar á Heimasta Horni II í Havn eru allar leigaðar út, og tí verður húsaleigan ikki sett niður. 

Tað sigur Hjørdis G. Lailudóttur, virkandi stjóri í Bústøðum. 

Íbúðirnar hava verið bodnar út í tveimum umførum, og fleiri enn 1400 fólk á bíðilistanum fingu boðið at leiga tær 22 íbúðirnar.

Íbúðirnar kosta 11.300 kr. at leiga um mánaðin, umframt hita og el. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17062024_Hjordis_um_ibudir


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065