Jacob Vestergaard: Áttu at ásett eginkvotu eisini í ár

Jacob Vestergaard: Áttu at ásett eginkvotu eisini í ár
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur ikki undir við makrelsemjuni, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur skrivað undir
Jacob Vestergaard er limur í uttanlandsnevndini, og undir ráðførslu í nevndini mælti hann Dennisi Holm, landsstýrismanni, frá at skriva undir makrelavtaluna við Noreg og Bretland. (Savnsmynd)
 
18.06.2024 - 08:53

Stóð tað til Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, skuldu Føroyar aftur í ár ásett sær eginkvotu av makreli, og ikki gjørt avtalu við Noreg og Bretland.

Hann tekur ikki undir við makrelsemjuni, sum Dennis Holm, landsstýrismaður, seinnapartin í gjár skrivaði undir fyri Føroyar.

Í gomlu makrelavtaluni frá 2014 høvdu Føroyar rætt til 12,6 prosent av heildarkvotuni. 

Betri atgongd at fiska makrel í bretskum og norskum sjógvi vigar upp ímóti tí, at Føroyar í nýggju avtaluni fara úr 12,6 prosentum niður í 12 prosent av heildarkvotuni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Ta grundgevingina góðtekur Jacob Vestergaard ikki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18062024_Jacob_um_makrel

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846