- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er kravið 50 metrar
Útbjóðingartilfarið til nýggja havrannsóknarskipið, sum Danmarks Tekniske Universitet, DTU, letur byggja, verður nú broytt.
Tað váttar Fritz Köster, stjóri fyri DTU Aqua, sum stendur fyri útbjóðingini.
Ein treyt í upprunaliga útbjóðingartilfarinum var, at skipasmiðjan síðstu 10 árini hevur bygt eitt skip, sum er líka komplekst sum eitt havrannsóknarskip - "med en tilsvarende kompleksitet", sum tað eitur í útbjóðingartilfarinum - og tað skipið skal vera 55 metrar langt.
Tað fekk skipasmiðjuna Mest at rópa varskó. Mest var bókstaviliga ein metur ov stutt til at kunna bjóða seg fram at byggja nýggja havrannsóknarskipið. Mest bygdi havrannsóknarskipið Jákup Sverra, sum var liðugur í 2020. Men Jákup Sverri er 54 metrar langur, og harvið lýkur Mest ikki treytirnar í útbjóðingartilfarinum hjá DTU.
Les eisini: Mest er ein metur ov stutt
Í skrivligum svari til Kringvarpið sigur Fritz Köster, stjóri fyri DTU, at stovnurin er vorðin kunnaður um, at minstakravið um royndir at byggja skip, ið eru 55 metrar lang, eru ein forðing fyri at ávísar skipasmiðjur kunnu bjóða seg fram. Víðari skrivar Fritz Köster:
-Længdekravet er en følge af DTU’s ønske om at kvalificere værfter, der har erfaring med at bygge større skibe, idet DTU skal have bygget et skib med en længde på 69,8m. I forbindelse med processen er DTU blevet opmærksom på, at et minimumskrav vedr. længde på 55 meter på referenceskibe utilsigtet begrænser konkurrencen i prækvalifikationen. Derfor har DTU besluttet at annullere og genudbyde med opdateret minimumskriterium på 50 meter for skibslængde.
Við útvarpið í síðstu viku segði Mouritz Mohr, stjóri í Mest, at hansara skipasmiðja avgjørt ætlaði at bjóða uppá arbeiðið at gera nýggja havrannsóknarskipið til DTU.
-Vit hava allar royndirnar, og meta okkum vera kappingarfør. Men vit lúka ikki eina púra óviðkomandi áseting í útbjóðingartilfarinum, segði Mouritz Mohr, og sipaði tá til tann eina meturin, sum skipasmiðjan var ov stutt í mun til útbjóðingartilfarið.
Talan er um eina pre'kvalifikatión, har skipasmiðjur kunnu bjóða seg fram til arbeiðið at byggja havrannsóknarskipið. Síðani velur DTU fýra skipasmiðjur burturúr, sum fáa møguleika at geva endaligt tilboð.