Fongsulsrevsing fyri at smugla MDMA til Føroya

Fongsulsrevsing fyri at smugla MDMA til Føroya
Tey dømdu og ákæruvaldið hava biðið um tíð at umhugsa, um tey skulu í Landsrættin við dómunum
Føroya rættur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.06.2024 - 08:56

Ein kvinna er í Føroya rætti dømd eitt árs fongsulsrevsing, og ein maður halvtannað ár fyri at hava 160 gramm av rúsevninum MDMA við sær til Føroya tann 30. mars.

Revsingin er treytaleys.

Tey eru bæði donsk.

Hon hevði rúsevnini innvortis, í móðurskeiðini.

 

Føroyingur frídømdur

Ein føroyingur var eisini ákærdur, tí ákæruvaldið heldur, at hann skuldi hava rúsevnini. Men hann var frídømdur.

Tey bæði dømdu bóðu um tíð at umhugsa, um tey skulu í Landsrættin við dómunum. 

Ákæruvaldið bað eisini um umhugsanartíð. 

Umhugsanartíðin er 14 dagar.

MDMA er tað sama sum ecstasy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162