Ukrainsk flóttafólk í bíðistøðu

Ukrainsk flóttafólk í bíðistøðu
Í mai samtykti løgtingið uppskotið um at taka 50 flóttafólk aftrat úr Ukraina, men danska kunngerðin um lógarbroytingina er ikki lýst fyrr enn í dag
21.06.2024 - 19:24

Rætting klokkan 21.30: Í innslagnum verður sagt, at kunngerðin var lýst í Danmark 4. juni. Tað er ikki rætt. Hon var lýst av donsku myndugleikum í lovtidende 14 dagar seinni, 18. juni. Hon kann ikki lýsast í Føroyum, fyrr enn hon er lýst í Danmark. 

--

Løgtingið samtykti fyri hálvum øðrum mánaði síðani uppskotið hjá løgmálaráðnum um at taka 50 flóttafólk aftrat úr Ukraina, so kvotan fer úr 200 flóttafólkum upp í 250.

Men í móttøkuhúsunum hjá Reyða krossi Føroya í Havn bíða 22 ukrainsk flóttafólk eftir, at umsókn teirra um uppihaldloyvi verður viðgjørd.

Orsøkin til, at umsóknirnar ikki eru viðgjørdar enn, er, at kunngerðin ikki er lýst - fyrr enn í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486