Príseftirlit fer at virka í heyst

Príseftirlit fer at virka í heyst
Løgtingið hevur samtykt at geva Kappingareftirlitinum heimild at hava eftirlit við prísunum í Føroyum
Arbeiðsøkið hjá Kappingareftirlitinum fer nú eisini at umfata príseftirlit, sum eftir ætlan fer at virka í heyst. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
26.06.2024 - 14:07

Stórur prísmunur er á summum gerandisvørum í Føroyum og í Danmark.

Tað vísir samanbering, sum Suðuroyarportalurin hevur gjørt.

Samanberingin vísir m.a., at eitt myrkt grovt rugbreyð kostar 25,50 krónur í Danmark, men í Føroyum kostar tað 42 krónur.

Niðanfyri er yvirlit yvir tær 10 ymisku matvørurnar, sum vóru keyptar 24. juni í Á-handli í Vági og í Netto í Keypmannahavn.

 

Matvøra Prísur í FØ Prísur í DK Munur (dýrari í FØ) Munur í %
Eitt heilt myrkt grovt rugbreyð
(fleiri flísar í DK enn í FØ)
42,00 25,50 16,50 39,29%
2 pakkar / litrar av mjólk 28,70 22,00 6,70 23,34%
1 pakka av Kærgården smør (200 gr) 26,95 23,95 3,00 11,13%
10 egg 29,95 24,80 5,15 17,20%
Klovborg ostur í flísum 34,95 34,95 0,00 0,00%
1 stórur bakki av livurpostei (500 gr) 29,95 29,95 0,00 0,00%
1 agurk 14,95 8,00 6,95 46,49%
4 súreplir 15,80 9,00 6,80 43,04%
1 vatnmelón 49,95 32,00 17,95 35,94%
1 bakki av jarðberum 59,95
(500 g)
28,00 (500 g)* 31,95 53,29%
Tilsamans 333,15 238,15 95,00 28,51%

*Jarðberjaprísurin er rættaður: 28 kr fyri 500 g. Fyrsti prísurin: 15 kr fyri 400 g. var tilboðsprísur.

(Kelda: Suðuroyarportalurin)

 

Les grein á Suðuroyarportalinum her. 

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í løtuni hava vit einki príseftirlit í Føroyum, men løgtingið hevur samtykt at geva Kappingareftirlitinum heimild at hava eftirlit við prísunum í Føroyum, og peningur er settur av til endamálið.

Og gongst sum ætlað, fer nýggja príseftirlitið at virka í heyst, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26062024_Priseftirlit

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987