Ótrygg búfólk á Skálagarði

Ótrygg búfólk á Skálagarði
Á stovninum fyri seinheilaskadd, Skálagarður í Klaksvík, valdar í løtuni óvissa. Leiðarin er send til hús og hetta ávirkar bæði búfólk og starvsfólk
27.06.2024 - 19:25

Herfyri varð Mildrid á Lógv, leiðari á Skálagarði í Klaksvík, send til hús og fríttstillað. Eingin veit hví hetta hendi, og tað hevur elvt til órógv millum búfólkini á stovninum.

Skálagarður er ein stovnur undir Almannaverkinum fyri seinheilaskadd í Klaksvík. Pláss er fyri fimtan fólkum á stovninum, harav nøkur eru fastbúgvandi, nøkur eru til umlætting meðan aftur onnur skulu vera har tíðaravmarkað, inntil tey til dømis kunnu fara heimaftur í eini tillagaðan bústað.

Nú eru bara seks fólk á stovninum. Tað eru ikki starvsfólk til fleiri. At hópin av starvsfólkum hava sagt upp og onnur sjúkrameldaði ger ikki støðuna betur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044