Jógvan Ósá nýggjur stjóri í Bústøðum

Jógvan Ósá nýggjur stjóri í Bústøðum
Hann byrjar í starvinum í seinasta lagi 1. oktober
Jógvan Òsá tekur við stjórastarvinum í Bústøðum í seinasta lagi 1. oktober.
 
28.06.2024 - 09:26

Jógvan Ósá er settur í starvið sum stjóri í Bústøðum.

Hann er 38 ára gamal, og er útbúgvin cand. tech., byggifrøðingur og húsasmiður.  

Jógvan Ósá er tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar kommunu.

Hann byrjar í starvinum hjá Bústøðum í seinasta lagi 1. oktober.

14 umsóknir vóru til starvið.

Styrið koyrdi Andras Róin, sum bleiv stjóri í 2011, til hús 13. februar.

Síðani hevur Hjørdis Gaard Lailudóttir verið virkandi stjóri í Bústøðum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928