- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-endaspælið byrjar við lykladysti
Føroyska U20-hondbóltslandsliðið fer í morgin undir EM-endaspælið, sum er í Slovenia.
Dysturin ímóti Sveis í Celje kann verða lykladystur hjá føroyska liðnum, sum umframt heiðursmerki spælir um pláss í HM-endaspælinum í 2025.
- Vit taka ein dyst í senn, og sum nú er, er Sveis fyrsti prioritetur, segði Torstein Sivertsen við 3-2 fyri kortum.
Vinnarin úr hvørjum bólki og tvey tey bestu londini, sum enda nummar tvey í bólkaspælinum, spæla um at vinna kappingina. Hesi eru øll tryggjaði pláss í HM næsta ár.
Hinir fýra tvey'ararnir og fýra teir bestu trý'ararnir spæla um plássini frá níggju til 16. Í hesum bólkinum eru sjey ella átta HM-pláss tøk. Tí hevur tað stóran týdning í minsta lagi at enda ímillum fýra teir bestu trý'ararnar.
Ísak Vedelsbøl fegnast um gott úrslit hjá U21-landsliðnum á sumri í 2023.
Krútsterk móstøðulið
Umframt Sveis, sum Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og hinir, spæla ímóti í morgin fyrrapart, eru Frakland og Spania í føroyska bólkinum, og tað eru ikki hissini mótstøðulið.
- Spania hevur ikki tapt ein dyst. Teir hava vunnið bæði EM og HM, og hava vunnið mestsum allar venjingardystirnar eisini. Eg haldi, at teir spældi ein javnleik ímóti Danmark, greiddi Hjalti Mohr Jacobsen frá.
- Frakland er eisini eitt ótrúliga dugnaligt lið, leggur málverjin Torstein Sivertsen afturat.
- Men vit vunnu ímóti Fraklandi fyri tveimum árum síðan, so vit vita, at alt er møguligt, sigur hann.
Sigurin, sum H71-málverjin sipar til kom í 2022, tá Føroyar vunnu 29-26 í U18 EM-endaspælinum.
Skaðar og studentar órógvaður fyrireikingina
Skaðar og studentahúgvur hava annars órógvað EM-fyrireikingarnar nakað, segði venjarin við 3-2.
- Vit hava havt nakrar skaðar, so vit hava ikki havt fullan hóp til venjing, og so hava tað verið húgvurnar. Teir hava gingið til roynd nú og hava mist nakrar venjingar, segði Hjalti Mohr Jacobsen.
SÍ EISINI: Skaðar og studentar órógva U20-landsliðið
Hesir skaðarnir hava havt eina útskifting í hópinum við sær. Rói Thomsen náddi ikki at gerast klárur eftir skaða, og tí er strikuspælarin hjá KÍF, Tóki Fríðriksson, tikin út í staðin.
Dejan Lacok, her dagsins maður til U21-HM, er ein av málverjunum í føroyska hópinum. Hin er Torstein Sivertsen
Dystarætlan:
Mikudagin 10. juli kl. 11:00 Føroyar – Sveis
Hósdagin 11. juli kl. 15:40 Frakland – Føroyar
Leygardagin 13. juli 15:40 Spania – Føroyar
Føroyski hópurin:
Málverjar
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin
Vinstru vengur
Jákup Egholm, Ikast FS
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgru vengur
Niklas Gaard, Neistin
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur
Tóki Fríðriksson, KÍF
Ísak Vedelsbøl, H71
Bakspælarar
Óli Mittún, IK Sävehof
Helgi Poulsen, H71
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF