Tríggjar kommunulæknaviðtalur fingið boð frá landslæknanum

Tríggjar kommunulæknaviðtalur fingið boð frá landslæknanum
Boð frá landslæknanum er eitt løgfrøðiligt revsitiltak, sum áleggur viðgerðarstaðnum at lúka ávís krøv til sjúklingatrygdina
 
10.07.2024 - 08:06

Tríggjar kommunulæknaviðtalur hava fingið at vita frá landslæknanum, at feilir og manglar hjá teimum elva til stórar trupulleikar fyri sjúklingatrygdina, ella "udgør større problemer af betydning for patientsikkerheden", sum tað stendur í boðunum, sum eru á donskum.

Viðtalurnar hjá Birna Hansen og Hanusi á Lógv og Læknamiðstøðin á Tvøroyri hava fingið boðini frá landslæknanum.

 

Fráboðað eftirlit

Tey koma eftir fráboðað eftirlit í apríl. Tey vóru gjørd sambært tilvildarligum stakroyndum.

Birni Hansen hevur fingið boð um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og handfaring av parakliniskum kanningum.

Parakliniskar kanningar umfata millum annað vevnað, blóð ella land.

Hanus á Lógv hevur fingið boð um at tryggja forsvarliga medisinska viðgerð, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, og siggja til, at viðtalan hevur greiðar reglur um arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum. 

Læknamiðstøðin á Tvøroyri hevur fingið boð um tryggja forsvarliga viðgerð av sjúklingum, sum hava kroniskar sjúkur, viðgerð við heilivági, sum skapar bundinskap, handfaring av parakliniskum kanningum og at síggja til, at greiðar reglur eru um arbeiðið hjá starvsfólki í viðtaluni.

 

Sjúklingarnir skuldu sjálvir spyrja

Viðtalan hevði ikki mannagongdir, sum tryggjaðu, at fólk fingu svar uppá allar fyriskipaðar kanningar.

Sjúklingarnir skuldu sjálvir spyrja um svarið.

Boð frá landslæknanum er eitt løgfrøðiligt revsitiltak, sum áleggur viðgerðarstaðnum at lúka ávís krøv til sjúklingatrygdina.

Boðini liggja á heimasíðuni hjá landslæknanum, og verða strikað, tá tað kann prógvast, at tey settu krøvini eru lokin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037