Semingin millum KAF og Maskinmeistarafelagið útsett

Semingin millum KAF og Maskinmeistarafelagið útsett
Summarfrítíðin ger, at ikki ber til at hava hana fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
11.07.2024 - 09:25

Semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið verður ikki fyrr enn eftir ólavsøku.

Summarfrítíðin ger, at ikki ber til at hava hana fyrr, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Samráðingarnar millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið slitnaðu fyri einari viku síðani, og Semingsstovnurin var boðsendur.

 

Maskinmeistarar hjá SEV og IRF

Talan er um maskinmeistarnar hjá SEV og IRF.

Semingsstovnurin hevur havt onkran fund við partarnar. Men næsti fundurin verður ikki fyrr enn eftir ólavsøku.

Sáttmálin fór úr gildi í oktober 2022, Nú eru samráðingar um tríára sáttmála.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391