Úrslitið 350 milliónir verri enn væntað

Úrslitið 350 milliónir verri enn væntað
Landskassin hevði 426 milliónir kr. í halli í fjør, tá millumrokningar eisini eru við
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum. (Savnsmynd)
 
17.07.2024 - 12:57

Landskassin hevði 426 milliónir krónur í halli í 2023 

Tað stendur at lesa í landsroknskapinum fyri 2023, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna hevur latið løgtinginum  at góðkenna. 

Hetta er ikki í samsvari við tað, sum samgongan ætlaði, tá hon í februar mánaði í fjør legði fram sína fyrstu fíggjarlóg.

Tað uppskotið bygdi á fyribilsfíggjarlógina hjá undanfarnu samgongu, og vísti eitt avlop upp á 141 milliónir krónur.

Men nú roknskapurin er liðugur, vísir hann eitt hall upp á 215 milliónir krónur, sum er umleið 350 milliónir krónur verri enn ætlað, og eitt endaligt hall upp á 426 milliónir krónur. Í seinna hallinum eru eisini millumrokningin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

17072024_Landsroknskapur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065