Nógvur útróður hóast harðan streym

Nógvur útróður hóast harðan streym
Hóast streymurin verður harður, væntar Fiskamarknaðurin nógvan útróður í vikuni, sum kemur, tí veðrið verður gott fyri tað mesta
Utróðrarfiskur.
 
21.07.2024 - 12:44

Hóast streymurin verður harður, væntar Fiskamarknaðurin nógvan útróður í vikuni, sum kemur, tí veðrið verður gott fyri tað mesta.

Bæði ísfiskalínuskipini liggja enn.

Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, og eitt er við Grønland. 

Tríggir ísfiskatrolarir fiska svartkalva við Føroyar, og ein frystitrolari er í bretskum sjógvi. Eisini hann fiskar svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er smáligt.

Um partrolarar verður sagt, at fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. 

Upsafiskaríið er brúkiligt

Fiskaríið eftir upsa er nú brúkiligt. 

Ein trolbátar er norðanfyri, ein er á landleiðini og tveir eru á Íslandsrygginum.

Fiskaríið hjá teimum er brúkiligt. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. 

Tey hava smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin um viku 30.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659