Vil hava fólk at biðja Løgmálaráðið lata Watson sleppa

Vil hava fólk at biðja Løgmálaráðið lata Watson sleppa
Fólkini hjá Paul Watson vilja nú hava onnur at hjálpa sær við at fáa Paul Watson leysan úr varðhaldinum í Nuuk og sleppa honum undan útflýgging til Japans
Paul Watson er í varðhaldi í Nuuk.
 
23.07.2024 - 06:54

Fólkini hjá Paul Watson vilja nú hava onnur at hjálpa sær við at fáa Paul Watson leysan úr varðhaldinum í Nuuk og sleppa honum undan útflýgging til Japans.

Tey hava á heimasíðuni hjá Captain Paul Watson Foundation skrivað eitt bræv á enskum til danska løgmálaráðið, har mælt verður frá at lata Japan Poul Watson.

Fólk skulu bara seta navn sítt undir og senda brævið til Løgmálaráðið sum teldupost.

Í brævinum verður sagt, at Evropa bannar hvalaveiðu. Og Dammark er limur í ES. 

Fólk vera eisini biðin um at samskipa mótmæli á donskum sendiráðum og lata peningaligan stuðul til royndina at fáa Watson leysan.

Captain Paul Watson Foundation sigur, at Paul Watson kann fáa upp í 15 ára fongsulsrevsing í Japan.

Paul Watson var handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum sunnudagin.

Til 15. august

Hann er varðhaldsfongslaður har til 15. august.

Men tann úrskurðurin er kærdur til landsrættin.

Danska løgmálaráðið ger av, um Paul Watson skal útflýggjast til Japans.

Í 2010 góvu japanskir myndugleikar boð um, at Paul Watson skuldi handtakast fyri eina atsókn í Antarktis, har hann legði seg út í arbeiðið hjá hvalaveiðifólki úr Japan.

Boðini um at handtaka Paul Watson hava staðið við líka síðani 2010.

Og sunnudagin bleiv hann so handtikin í Nuuk, tá hann kom til bryggju við skipi sínum, John Paul DeJoria, at bunkra.

John Paul DeJoria fór í gjárkvøldið úr Nuuk og liggur nú nakað sunnan fyri býin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762