Obama stuðlar Harris

Obama stuðlar Harris
Kamala Harris, varaforseti í USA, fær nú stuðul frá Barack Obama, fyrrverandi forseta, til at gerast forsetavalevnið hjá Demokratunum
Løtan, tá Kamala Harris, varaforseti, fær at vita frá Barack Obama, fyrrverandi forseta, at hon hevur hansara stuðul at gerast forsetavalevnið hjá Demokratunum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
26.07.2024 - 12:20

Fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama og forsetafrúan Michelle Obama geva nú alment Kamalu Harris sín stuðul at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum í november.

"Fyrr í vikuni ringdu Michelle og eg til okkara vinkonu Kamalu Harris. Vit søgdu henni, at hon verður ein fantastiskur forseti fyri USA, og at hon hevur okkara fulla stuðul," skrivar Obama á sosiala miðlinum X.

Í uppslagnum hjá Barack Obama á X er eisini eitt videobrot av sjálvari løtuni, tá Kamala Harris fær stuðulin frá fyrrverandi forsetanum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241