Sverri í fjórðingsfinalurnar uttan trupulleikar

Sverri í fjórðingsfinalurnar uttan trupulleikar
Sverri Sandberg Nielsen vann sín bólk í innleiðandi einskullararóðrinum sannførandi og skal rógva fjórðingsfinalu týsdagin
Ryggurin helt, og Sverri Sandberg Nielsen hevði ein lutfalsliga róligan dag á OL-vatninum
 
27.07.2024 - 09:46

Sverri Sandberg Nielsen fekk góða byrjan upp á Olympisku leikirnar, tá hann vann sín bólk í innleiðandi einskullararógvingini í morgun.

Miðvingurin hevur verið darvaður av ryggskaða síðstu vikuna, men í fyrsta OL-róðrinum hevði hann væl og virðiliga nóg mikið til at rógva seg í fjórðingsfinalurnar, sum vera týsdagin.

Sverri Sandberg Nielsen hevði tamarhald á róðrinum allar 2000 metrarnar, og kom um mállinjuna við tíðini 06:53.50. Bulgarin Kristian Vasilev (06:56.63) og Bendeguz Pal Petervari Molnar úr Ungarn (06:58.76) komu á mál ávíkavist nummar tvey og trý og skulu saman við føroyinginum í fjórðingsfinaluna.

Hollendarin, Simon Von Dorp, sum róði í bólki 3, hevði bestu tíðina fyrrapartin. Hann róði teinin upp á 06:49.93. Annars vóru vinnaratíðirnar úr hinum fimm bólkunum lutfalsliga javnar og skulu altíð takast við fyrsivarni.

Næsti róðurin við føroyskari luttøku verður ólavsøkudag. Tá skal Sára Maria Johansen og danski áttarin rógva innleiðandi umfarið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846