Rúsevni líka vanlig sum rúsdrekka í bilum

Rúsevni líka vanlig sum rúsdrekka í bilum
Nú vera á leið líka nógv tikin fyri at koyra ávirkað av rúsevnum sum av rúsdrekka
Rúsdrekkakoyring er enn, men nú er rúsevnakoyring líka vanlig.
 
31.07.2024 - 07:53

Nú vera á leið líka nógv tikin fyri at koyra ávirkað av rúsevnum sum av rúsdrekka.

Klokkan trý seinnapartin í gjár var ein bilførari tikin fyri at koyra rúsevnisávirkaður, og klokkan trý í nátt hendi tað sama.

Hetta var í báðum førum í Norðurøkinum.

Á ólavsøku og eftir ólavsøku eru seks biliførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir.

Tveir høvdu drukkið, og fýra høvdu brúkt rúsevni, sambært politinum.

Lógarbroyting á veg

Landsstýrið tekur hesa gongdina til eftirtektar.

Uppskot um at broyta ferðslulógina kemur í heyst.

Rúsevnakoyring er ein vaksandi trupulleiki.

Tí er neyðugt at endurskoða ásetingarnar um rúsevnakoyring í ferðslulógini, sigur landsstýrið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011