Ferð og fartelefon blivu dýr fyri bilførarar

Ferð og fartelefon blivu dýr fyri bilførarar
Í gjár misti ein bilførari koyrikortið treytaleyst, tí ein ferðmáting hjá politinum segði, at hann koyrdi 137 km/t á landsvegnum við Funningsfjørð
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.08.2024 - 11:04

Løgreglan var úti í gjár og gjørdi ferðslukanningar, og aftur hesa ferð vóru fleiri, ið ikki hildu ferðslureglurnar. 

Ein bilførari misti koyrikortið treytaleyst, tí ein ferðmáting hjá politinum segði, at hann koyrdi 137 km/t á landsvegnum við Funningsfjørð.

Fýra bilførarar blivu tiknir fyri at brúka telefon, meðan teir koyrdu.

Revsingin fyri tað er herd. Hon er nú klipp í koyrikortið og 1.500 kr. í sekt.

Og ein fekk klipp og sekt fyri at koyra, hóast gøtuljósið var reytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011