Flogferðslan nógv tarnað av ringa veðrinum

Flogferðslan nógv tarnað av ringa veðrinum
Í gjár gekk striltið at fáa flogfør til Føroya orsakað av ringa veðrinum, og flogferðslan er enn tarnað
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2024 - 15:06

Flogferðslan er nógv tarnað av vindinum, sum var í gjár.

Øll flogførini, sum skuldu avstað, fóru, men tað gekk verri at fáa flogførini til Føroya.

Tí endaði tað við, at tey seinastu flogførini, sum skuldu koma í gjárkvøldið, vóru avlýst og flutt til í dag.

Og hóast tað kanska er eitt sindur minni vindur í dag, er flogferðslan enn ávirkað. Tað sæst aftur á, at nógvar seinkingar eru.

Tvey flogfør eru lend fyrrapartin, men so at siga øll onnur vera seinkað. Okkurt so nógv, at tey ikki lenda fyrr enn seint í nátt.

Gongur eftir ætlan, eru 13 flogfør lend og fýra flogfør farin, tá hesin dagurin er liðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026