Arbeiðsgevarar: Útlendsk starvsfólk eiga at hava revsiváttan

Arbeiðsgevarar: Útlendsk starvsfólk eiga at hava revsiváttan
Felagið sigur eisini, at útlendingar eru sum heild hampiligir, hugagóðir og arbeiðssamir
Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at revsiváttanir hjá útlendskum starvsfólkum skulu leggjast við umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. (Savnsmynd)
 
20.08.2024 - 08:19

Tey, sum fáa útlendingar til Føroya at arbeiða, vilja fegin vera við til at krevja revsiváttan frá teimum. 

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at revsiváttanir hjá útlendskum starvsfólkum skulu leggjast við umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Tað eigur at vera krav, at útlendingar skulu koma við revsiváttan, tá teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at biðja danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at gera reglur, sum krevja revsiváttan.

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. 

 

Ikki dømd brotsfólk

Bjarni Kárason Petersen sigur, at bæði landsins myndugleikar og arbeiðsgevarar eiga at ansa eftir, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, ikki eru dømd brotsfólk.

Hann heldur, at í fyrstu syftu eiga fyritøkur, sum fáa útlendingar higar at arbeiða, at krevja revsiváttan.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at tað heldur enn fegið er við í fyrireikandi arbeiðinum at fáa krav um revsiváttan sett í verk.

Felagið sigur eisini, at útlendingar eru sum heild hampiligir, hugagóðir og arbeiðssamir.

- Vit mugu ansa eftir ikki at oysa olju á bálið um, at nógv útlendsk starvsfólk, sum eru í Føroyum, eru lógbrótarar, sigur arbeiðsgevarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650