Stovnspláss tøk á Miðstovninum

Stovnspláss tøk á Miðstovninum
Børn, sum longu eru á bíðilista til stovnin, varðveita sína uppskriving
Miðstovnurin í Kongagøtu verður býttur í stovur, sum vanligt er í øðrum dagstovnum í Tórshavnar kommunu. 
 
20.08.2024 - 08:49

1. september vera stovnspláss tøk í Miðstovninum í Havn.

Talan er fyrst og fremst um pláss í vøggustovuni og barnagarðinum í Kongagøtu.

Seinni vera væntandi pláss í Miðstovninum í Realskúlanum, sigur Tórshavnar kommuna.

Tillagingar í Kongagøtu gera, at pláss vera tøk har eftir summarfrítíðina.

 

Býttur í stovur

Miðstovnurin í Kongagøtu verður býttur í stovur, sum vanligt er í øðrum dagstovnum í Tórshavnar kommunu. 

Virksemið í Miðstovninum í Realskúlanum er opið og funksjónsbýtt.

Har eru millum annað virksemisrúm, verkstaður og sansastovu. Tann leisturin heldur fram.

Børn, sum longu eru á bíðilista til Miðstovnin, varðveita sína uppskriving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650