Væntar svar um miðfyrisitingina hósdagin

Væntar svar um miðfyrisitingina hósdagin
Løgmansskrivstovan hevur biðið um longda freist at svara fyrispurningi frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni
Bárður á Steig Nielsen hevur spurt løgmann, hvussu nógv aðalráðini í landsstýrinum kostaðu árini 2019 til 2023. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.08.2024 - 16:30

Tað tekur longri tíð enn teir tíggju dagarnir, sum freistin er, hjá løgmanni at svara Bárði á Steig Nielsen, tingmanni, hvussu nógv miðfyrisitingin kostar.

Hetta var fyrsti grein 52a spurningurin í hesari tingsetuni. Freistin at svara grein 52a spurningum er tíggju dagar.

Teir tíggju dagarnir vóru farnir 13. august.

Men Løgmansskrivstovan bað um longda freist. 

Svarið kemur væntandi hósdagin, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

 

Spyr um kostnaðin 

Hann vil hava at vita, hvussu nógv aðalráðini í landsstýrinum kostaðu árini 2019 til 2023.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann spurdi um tað sama í undanfarnu tingsetu, men fekk ikki rættiliga nakað svar, sigur hann.

- Tá henda samgongan kom, segði løgmaður, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta meira, sigur tingmaðurin.

Nú hálvtannað ár er liðið, er lýst eftir fólki til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini.

Og tríggir nýggir aðalstjórar eru settir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360