Kjak um álitið á politisku skipanina

bannari
Kjak um álitið á politisku skipanina
Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vera í sjónvarpsstovuni eftir Dag&Viku
Beinta Løwe verður vertur í kjaksendingini eftir Dag&Viku í kvøld
 
15.10.2013 - 10:58

Kunnu vit framvegis hava álit á politisku skipanina?

Málið um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin hevur reist nógvar spurningar og elvt til nógv kjak. Løgtingið skuldi taka støðu til eitt lógaruppskot, ið byggir á ein loyniligan sáttmála, ein break fee avtala er gjørd uppá eina millión, og trupult hevur verið hjá politikarum, fjølmiðlum og øðrum at fingið nakað at vita um málið um Skálafjarðatunnilin.

Í kjakinum eftir Dag&Viku í kvøld spyrja vit, um tað framvegis ber til at hava álit á politisku skipanina? At kjakast um hetta í sjónvarpsstovuni eru Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Vertur er Beinta Løwe

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717