Brimil tók skotskan trolara

Brimil tók skotskan trolara
Venture IV fór av Havnini tíðliga í gjárkvøldið suður á Munkagrunnin, tá trygd var veitt fyri pengunum, sum skulu gjaldast í sekt
Tá trygd var veitt fyri sektini, fór skotski trolarin aftur til fiskiskap.
Mynd: Vessel Finder  
 
26.08.2024 - 09:13

Leygarkvøldið tók Brimil skotska trolaran Venture IV, sum fiskaði á friðaðum øki í ein útnyrðing úr Mykinesi. 

Venture IV var í einum kassa, sum eitur H. Hann var stutt innanfyri, tá hann var tikin.

Kassin hevur verið friðaður fyri trolveiðu í minst 20 ár. 

Trolarin fekk boð um at sigla til Havnar. Har fekk skiparin sektaruppskot.

 

Brimil tók Venture IV á friðaðum øki í ein útnyrðing úr Mykinesi. (Savnsmynd)

 

Fiskað í eitt samdøgur

Hann skal eisini gjalda virðið á fiskinum, sum hann hevði.

Tað var ikki nógv, tí hann hevði fiskað í minni enn eitt samdøgur.  

Venture IV fór av Havnini tíðliga í gjárkvøldið suður á Munkagrunnin.

Tá hevði hann veitt trygd fyri pengunum, sum hann skal gjalda.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037