Leingja royndartíðina við bíleggingarskipanini ein mánað aftrat

Leingja royndartíðina við bíleggingarskipanini ein mánað aftrat
Nú verða eftirmetingar gjørdar, eisini av ferðaseðlaprísunum
Bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni hevur sum heild riggað væl, sigur strandferðslustjórin.
 
26.08.2024 - 12:59

Bíleggingarskipanin hjá Strandferðsluni hevur sum heild riggað væl, men nú verður royndartíðin longd ein mánað aftrat, meðan skipanin verður eftirmett.

-  Prísirnir verða eisini eftirmettir, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni:

 

26082024_Bileggingarskipan

 

Erla Kongsdóttir røkir í løtuni Hestleiðina. Bíleggingarskipanin á hesi leiðini verður væntandi sett í verk um einar 14 dagar.

 

Í løtuni fevnir bíleggingarskipanin um fýra farleiðir: Suðuroyarleiðina, Kalsoyarleiðina, Mykinesleiðina og Skúvoyarleiðina. 

Niels Juel Arge sigur, at ætlanin er at seta hana í verk á Hestleiðini innan tvær vikur, Nólsoyarleiðini innan ein mánað og á Fugloyar- og Svínoyarleiðini seinni í ár.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129