Líkið av kvinnuni er funnið

Líkið av kvinnuni er funnið
Talan er um eina kvinnu í 20-unum, sum er úr Meksiko, men býr í Orlando í Florida
Naddoddur holvdist út fyri norsku strondini í ringum veðri í gjárkvøldið.
Mynd: Arnfinn Bech  
 
28.08.2024 - 08:55

Fyri løtu síðani var líkið av kvinnuni funnið, sum hevur verið saknað, síðani seksæringurin Naddoddur holvdist um sekstíðina seinnapartin í gjár út fyri norsku strondini.

Tað upplýsir norska politiið fyri norskum miðlum.

Talan er um eina kvinnu í 20-unum, sum er úr Meksiko, men býr í Orlando í Florida, USA.

Líkið var funnið nakrar hundrað metrar frá Naddoddi.

Vit tosaðu fyri løtu síðani við Vincent Roos frá JRCC Stavanger, ið váttar, at kvinnan er funnin:

 

Vuincent_Roos

 

Seks fólk vóru við Naddoddi, og hini fimm sluppu við lívinum.

Tey bjargaðu eru fýra fólk úr Sveis og føroyingurin Livar Nysted úr Hvannasundi, sum í gjárkvøldið fekk givið boð frá sær og sagt familjuni, at hann var á lívi.

Naddoddur legði frá landi hjá bátafelagnum á Tvøroyri seinnapartin leygardagin, eftir at ferðin fleiri ferðir var útsett fyri veður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928