Borgarstjórin á Sandi: Vit eru væl samansjóðað

Borgarstjórin á Sandi: Vit eru væl samansjóðað
Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, heldur, at kommunan er væl samansjóðað. Sambært kommunukanningini er fólkið í kommununi ikki av somu áskoðan
Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi, stendur spyrjandi eftir úrslitini av stóru kommunukanningini
 
28.08.2024 - 20:00

Sands kommuna er ikki ein væl samansjóðað kommuna. Í øllum førum ikki um tú spyrt fólk, sum búgva í kommununi.

Sands kommuna liggur væl aftan fyri aðrar størri kommunur í júst hesum spurninginum, sum varð settur í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum og Lóðri.

Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu, stendur spyrjandi.

- Sandingar eru sum onnur fólk og hava ymsar meiningar um tingini. Tað skal mann eisini hava loyvi til at hava, men eg haldi, at samansjóðingin er rímiliga góð, sigur borgarstjórin.

Hann sigur, at tað ber altíð til at gera tað betri, og at kommunan fer at brúka kanningina til at bøta um tað, sum bøtast kann um.

91 fólk í Sands kommunu svaraðu í kanningini.

 

Hoyrið samrøðu við Hera Sverrason, borgarstjóra í Sands kommunu:

Heri_Sverrason_kanning_lidugt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776