Løgmaður kærdur til landsstýrismálanevndina

bannari
Løgmaður kærdur til landsstýrismálanevndina
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vil hava landsstýrismálanevndina um at viðgera málið og møguliga seta ein kanningarstjóra
Landsstýrismálanevndin tekur støðu til kæruna frá Høgna Hoydal á næsta fundi, sum verður 24. oktober
 
16.10.2013 - 08:05

Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið eina kæru frá Høgna Hoydal, tingmanni, um embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum. Høgni Hoydal vil hava landsstýrismálanevndina um at viðgera málið og møguliga seta ein kanningarstjóra.

Kanningarstjóri

Hann vil hava nevndina ella kanningarstjóran at finna fram til, um embætisførslan og fyrisitingin hjá løgmanni er útint á lógligan hátt í tunnilsmálinum. Bæði tá tað snýr seg um avtalu, lógaruppskot, tingviðgerð og upplýsingar í málinum. Eisini vil tingmaðurin hava níggju ítøkiligar spurningar svaraðar.

Millum annað spyr Høgni Hoydal

- um nøktandi heimild var at samráðast um eina privata tunnilsætlan,

- um tagt varð við upplýsingum av stórum týdningi, tá lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin varð lagt fyri tingið

- um heimild er at nokta alment innlit í sáttmálauppskotið til tunnilssáttmálan,

- og um løgmaður hevur givið misvísandi upplýsingar ella tagt við upplýsingum, sum vóru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

Fund 24. oktober

Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur hósdagin 24. oktober. Tá fer nevndin at taka støðu til, um hon skal viðgera kæruna hjá formanninum í Tjóðveldi. Nevndin skal eisini taka støðu til eina kæru frá einum borgara, sum hevur kært um vantandi innlit í tunnilssáttmálan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542