ABBA talar at Trumpfyrisitingini

ABBA talar at Trumpfyrisitingini
Umsitingin hjá Donaldi Trump vísur aftur kravinum hjá svenska tónleikabólkinum ABBA um, at tey alt fyri eitt skulu gevast við at brúka teirra tónleik á valfundum sínum
 
31.08.2024 - 09:40

Starvsfólkahópurin, sum fyriskipar valfundir hjá Trump, sigur, at tey hava við avtalum við BMI, sum er felagsskapur fyri upphavsrætt, rætt til at brúka tónleikin hjá ABBA. Tað sigur eitt talsfólk við AP-tíðindastovuna.

Universal Music sigur við Svenska Dagbladet, at Trump hvørki hevur søkt ella fingið loyvi til hetta, men BMI gevur hinvegin forsetavalevninum hjá republikanarunum lutvíst rætt. Sambært BMI, hevur fyrireikingarbólkurin hjá Trump fingið sonevnt politiskt loyvi, sum gevur teimum atgongd til meira enn 22 milliónir sangir, - m.a. hjá ABBA.

Tónleikarar og lagsmiðir hava tó heimild at mótmæla og at sýta fyri, at politikarar brúka sangir hjá teimum. Trump hevur á valfundunum eisini víst sjónbandaløg hjá ABBA, og tað er ógreitt, um tað krevur eyka loyvi.

Fleiri tónleikarar hava áður noktað Trump at brúka teirra tónleik í sambandi við valstríðið, - m.a. The Rolling Stones, Foo Fighters, Céline Dion, Bruce Springsteen, Rhianna og Neil Young.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391