Neyðtøkumálið: Nevningatingið tekur støðu til skuldarspurningin í dag

Neyðtøkumálið: Nevningatingið tekur støðu til skuldarspurningin í dag
Dómviðgerðin, har ákæri og verji royna at sannføra nevningatingið, byrjaði fyrrapartin
Føoya rættur.
 
06.09.2024 - 12:50

Føroya Rættur er farin at draga samanum í stóra neyðtøkumálinum. 

Ein 21 ára gamal maður hevur alla vikuna sitið á ákærubonkinum, ákærdur fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av gentum, yngri enn 15 ár, umframt onnur brot á revsilógina.

Flestu brotini, maðurin er ákærdur fyri, vóru framd í fjør, eitt var í 2022 og eitt í 2021.

 

Nevningating

Talan er um eitt nevningating - tá er kravið um revsing í minsta lagi fýra ára treytaleys fongsulsrevsing.

Nevningatingið byrjaði í Føroya Rætti mánadagin, og seks dagar eru settir av. 

Í dag skal nevningatingið taka støðu til skuldarspurningurin - tað vil siga, um maðurin er sekur ella ósekur. Verður hann funnin sekur, so fer nevningatingið væntandi at áseta revsingina á rættarfundinum mánadagin. 

Dómsviðgerðin, prosduran, har ákærin og verjin draga saman um málið og føra fram síni seinastu sjónarmið, áðrenn málið verður tikið upp til dóms, byrjaði fyrrapartin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770