Dylan á føroyskum

Dylan á føroyskum
Umyrkingin hjá Róa Patursson av A Hard Rain's A-Gonna Fall hevur altíð hugtikið Knút Háberg Eysturstein
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
19.09.2024 - 10:54
1697130



Um dagarnar kom Knút við nýggja sanginum, Tá ódnin brestur á. Hetta er tulking av Bob Dylan klassikaranum A Hard Rain's A-Gonna Fall frá '62, ið Rói Patursson umyrkti í 1978.

A Hard Rain´s A-Gonna Fall á The Freewheelin' Bob Dylan er 6.52 til longdar. Tá ódnin brestur á er væl drúgvari. Yvir 9 minuttir til longdar.

Gomlu jukeboksirnar, pláturnar og útvarpsstøðirnar hava helst gjørt sítt til, at poppsangir oftast eru einar tríggjar fýra minuttir til longdar. Talgildingin í dag ger kortini, at vit ikki í sama mun eru bundin at slíkum avmarkingum, heldur Knút.

- Bob Dylan er helst mín yndissangari og sangskrivari, sigur Knút, ið eisini altíð hevur verið hugtikin av umyrkingini hjá Róa Patursson. Hon var gjørd til minnis um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen, ið andaðist í 1978.

Rói hevur megnað at flutt hesa stórslignu og dramatisku yrking yvir í eitt føroyskt og staðkent univers.

- Eg havi leingi ynskt at gera eina tulking av føroysku útgávuni og eri sera takksamur fyri tað, sum spurdist burturúr saman við framúr góðum tónleikarum, sangarum og studiotøkningum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210