Skrivað stendur: "Hvat í himmalsins navni er hetta fyri nakað?"

Skrivað stendur: "Hvat í himmalsins navni er hetta fyri nakað?"
Í nýggjasta partini av Skrivað stendur umrøða Rani og Súsanna søguna um, tá ið Jesus bað Levi reisa seg og fylgja sær.
Rani Nolsøe og Súsanna Olafsdóttir Skaale
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.09.2024 - 13:53

- Tá ið eg las tekstin fyrstu ferð, hugsaði eg, hvat í himmalsins navni er hetta fyri ein tekstur, eg havi fingið, tí hann segði mær einki. Men tá ið eg kavaði niður í tekstin, so helt eg meg síggja tað, sum eg altíð havi hildið um persónin Jesus. Eg haldi, at hann kemur inn við einum øgiligum progressiviteti og skelkar eitt gamalt system, sum næstan er deytt av ritualum, forskriftum og lógum. Og so kemur Jesus og ákallar ongan annan enn Levi, sum arbeiddi fyri hersetingarvaldið, rómverjar. Og seinni setur Jesus seg enntá og etur saman við tollarum og syndarum, teimum mest marginaliseraðu og útkastaðu í samfelagnum. Tað er tá púra klárt, at teir skriftlærdu hugsa, hvat í himmalsins navni er hetta fyri nakað? Soleiðis sigur Rani Nolsøe í sendingini Skrivað stendur.

Rani Nolsøe og Súsanna Olafsdóttir Skaale eru gestir í sendingini Skrivað stendur. Í sendingini verður prædikuteksturin, sum prædikast skal yvir í kirkjuni, umrøddur. Teksturin stendur í evangeliinum eftir Mattheus. Og tað er her, vit hoyra um ikki at koyra nýtt vín í gamlar leðurfløskur.

- Hetta er ein minimalistiskur tekstur, men tá ið mann kavar niður í hann, so haldi eg, at tað áhugaverda er sjálvrættvísi hjá teimum skriftlærdu og tað, at teir vóru so upptiknir av at hoyra til tann rætta sosiala bólkin. Tað er ikki lætt at vera menniskja. Skal eg vera tollari og syndari? Tí so eri eg ikki sjálvrættvís. Men oftani er trupulleikin, at gera vit okkurt gott, so gerast vit sjálvrættvís automatiskt. So eg skilji væl teir skriftlærdu, tí tað, sum teir hugsa um seg sjálvar, er bara menniskjaligt. Í Nýggja testamenti er Jesus sera umsorganarfullur og rúmligur, men tað er okkurt við hasum sjálvrættvísi, sum hann ikki klárar, og tað haldi eg, er áhugavert, sigur Súsanna.

Tú finnur nýggjasta partin av Skrivað stendur á KVF Ljóð.

 

Prædikuteksturin hesa ferð: Markus, kap. 2,14-22

Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum. 

Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir, og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?» Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»

Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?» 19Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi. Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri. Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!»

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477