Samkoma fær ólógligan stuðul frá kommunu

Samkoma fær ólógligan stuðul frá kommunu
Tórshavnar kommuna brúkti slaka millión krónur til eitt útiøki hjá samkomu í Hoyvík
Kommuna hevur latið pengar ólógliga, sigur Kommunala eftirlitið.
 
23.09.2024 - 06:34

Tórshavnar kommuna letur einari átrúnaðarligari samkomu ólógligan fíggjarligan stuðul, um kommunan ikki tryggjar sær og kunnar um, at øll kunnu brúka parkeringsbásarnar við samkomuhúsið við Vegin langa, og ikki bara tey, sum eru í samkomuni.

Tað er niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum.

Kommunala eftirlitið biður Tórshavnar kommunu um innan tveir mánaðir at upplýsa, hvat hon ger við málið.

Kommunala eftirlitið fekk 21. august í fjør fyrispurning frá tíðindamiðli um, at Tórshavnar kommuna brúkti slaka millión krónur til eitt útiøki hjá samkomu í Hoyvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891