30 fleiri í fólkaskúlanum

30 fleiri í fólkaskúlanum
Færri eru í frískúla
Skúlin á Fløtum í Havn er størsti fólkaskúli í Føroyum.
 
24.09.2024 - 06:19

7.050 næmingar eru í fólkaskúlunum hetta skúlaárið.

Aftrat teimum eru 150 í frískúlum og 64 í skúlanum á Trøðni.

Í fólkaskúlunum eru 263 næmingar í serflokki.

Skúlin á Fløtum er tann størsti. Har eru 800 næmingar.

Húsar/Syðradalsskúli er tann minsti. Í honum eru tveir næmingar.

Í farna skúlaári vóru 7.020 næmingar í fólkaskúlanum, 30 færri enn í hesum skúlaárinum. 

Tá vóru 240 í serflokki, 23 færri enn í ár.

61 vóru í skúlanum á Trøðni og 167 í frískúlum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928