- Havnin ikki einasti møguleiki

- Havnin ikki einasti møguleiki
Sirið Stenberg vísir ikki aftur møguleikan at finna aðra staðseting til Tjóðleikhús enn í Havn.
 
01.10.2024 - 18:30

Í síðstu viku segði stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge, at verður tjóðleikhúsið bygt á eystaru bryggju, so fer Smyril ikki at klára at halda ferðaætlanina. Somuleiðis vísti Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, í síðstu viku á, at hóast Smyril og Norrøna í framtíðini fara at leggja at á Skansabryggjuni, so verður tað framvegis ruðuleiki á havnarøkinum, um tjóðleikhúsið verður staðsett á eystaru bryggju.

Hetta fekk borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, í vikuskiftinum til enn einaferð at bjóða kommununa fram at hýsa einum tjóðleikhúsi.

Men í lesarabrævi mánadagin skrivaði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at kommunan skal nokk halda sín part av avtaluni og tryggja tjóðleikhúsinum nøktandi staðseting - um tað so er á Bursatanga ella á øðrum stað í høvuðsstaðnum.  

Men afturi í apríl segði borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, at Tjóðleikhúsið verður ikki flutt, og at tað verður á eystaru bryggju í Havn, eftir at býráðið fyri tveimum árum síðan hevur einmælt samtykt og avgreitt staðsetingina. 

Hóast kjakið um staðsetingina nú aftur er uppi at venda, so fyriheldur landsstýriskvinnan í mentamálum seg bara til tað, sum býráðið í Havn hevur samtykt.

Sirið Stenberg hevur hoyrt kjakið um staðsetingina og væntandi ruðuleikan á eystaru bryggju, verður tjóðleikhúsið bygt har, men hon roknar við, at hesin trupulleiki fer at verða loystur í framtíðini, tá millum annað slepst undan, at nakar Smyril skal leggja at í Havnini.
 

Hoyr innslagið her:

Tjodleikhus_sirid

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985