Skulu venja okkum við stór KT-álop

Skulu venja okkum við stór KT-álop
Trygdarserfrøðingur ávarar um, at tað kann vera ov leingi at bíða eftir myndugleikunum
Birgir av Steinum, deildarstjóri í KT Landsins, og Eyðun E. Jacobsen, ráðgevi hjá KT-fyritøkuni Klintra, vóru í Breddanum fyrrapartin.
 
03.10.2024 - 13:08

Vit skulu venja okkum við stór KT-álop sum tað, ið teldusníkar framdu á Klaksvíkar kommunu herfyri.

Tað søgdu Eyðun E. Jacobsen, ráðgevi hjá KT-fyritøkuni Klintra, og Birgir av Steinum, deildarstjóri í KT Landsins, tá KT-trygd var evni í Breddanum fyrrapartin. 

Í fjør læt landsstýrið úr hondum nettrygdarætlan við átta strategiskum málum fyri at menna nettrygdina.

Tað, sum hevur fremstu raðfesting í ætlanini, er ein netttrygdarlóg, sum eftir ætlan verður løgd fyri tingið í hesi setuni. 

Men Eyðun E. Jacobsen ávarar um, at tað kann gerast ov leingi at bíða eftir myndugleikunum:

 

03102024_Eydun_um_KT

 

 Birgir av Steinum vísti á, at tað verður ikki lógin, sum fer at forða nøkrum álopi. Heldur hevur tað skund at seta onnur mál í verk:

 

03102024_Birgir_um_KT


Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928