Nógv verður bumbað í Libanon

Nógv verður bumbað í Libanon
Hezbollah-rørslan hevur skotið 130 rakettir inn í Ísrael, og Ísrael hevur bumbað nógvar Hezbollah-støðir í Libanon
Bumbað er sunnarlaga í Beirut.
Mynd: Louisa Gouliamaki/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.10.2024 - 10:30

Iranskt-stuðlaða Hezbollah-rørslan í Libanon hevur framt raketálop á Ísrael, stendur í fráboðan frá ísraelsku verjuni IDF.

Sambært fráboðanini, sum kom í gjárkvøldið, skeyt Hezbollah 130 rakettir inn í Ísrael. 

Eisini seinastu dagarnar hevur Hezbollah skotið fleiri rakettir inn í Ísrael.

IDF sigur, at ísraelska verjan heldur fram við sínum álopum á Hezbollah, og at endamálið er at gera Hezbollah veikari og reka uppreistrarherin út um markið.

Í Beirut skakaði ein ógvuslig spreinging libanska høvuðsstaðin Beirut í morgun.

Tað skrivar Reuters.


Daiyeh-læran

Sambært korrespondentinum hjá danska TV2, Rasmus Tantholdt, er strategiin hjá Ísrael at troytta fólk við áhaldandi at leypa á við bumbum, og eisini at troytta fólkið, so at tey venda sær ímóti Hezbollah - sonevnda Daiyeh-læran.

- Vit sóu tað sama í 2006. Tá var hendan Daiyeh-læran nýggj. Endamálið er at bumba so nógv, og á tann hátt at troytta fólk, soleiðis at fólkið vendir sær móti Hezbollah, sigur Rasmus Tantholdt.

Dariyeh er eitt øki í sunnara parti av Beirut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763