- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nes kommuna: Óbroytt skattaprosent og hægri barnafrádráttur
Nes kommuna: Óbroytt skattaprosent og hægri barnafrádráttur
Kommunan væntar at hava 12,7 milliónir í halli næsta ár

Skattaprosentið í Nes kommunu næsta ár verður óbroytt, og barnafrádrátturin hækkar 1.000 kr.
03.11.2026 - 09:37
Skattaprosentið verður óbroytt í Nes kommunu.
Tað er 20,5, og tað verður tað eisini næsta ár.
Býráðið hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2027. Hetta var fyrra viðgerðin.
Men barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 krónum upp í 9.000 krónur.
Raksturin kostar 87,4 milliónir
Mett er, at raksturin næsta ár fer at kosta 87,4 mió. kr., íløgur skulu gerast fyri 31,0 mió. kr. og inntøkurnar vera 105,8 mió. kr. Tá eru rentur ikki taldar við.
Úrslitið verður 12,7 mió. kr. í halli.
Kassakredittur og lán, 30,8 mió. kr., fara úr gildi í 2027.
Tey skulu tí endurfíggjast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























