Landsstýrismálanevndin farin á fund

Landsstýrismálanevndin farin á fund
Nevndin viðger bæði svarið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, og klaguna um Dennis Holm, landsstýrismann
Landsstýrismálanevndin fór á fund klokkan 14.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2024 - 15:11

Klokkan 14  fór landsstýrismálanevndin á fund at viðgera svarið, hon fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, um fyribilsniðurstøðuna hjá nevndini.

Svarið er 36 síður.

Fyribilsniðurstøðan er tann sama sum hjá Landsgrannskoðanini, hon er, at nógvar og týðiligar ábendingar eru um trupulleikar við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum. 

Ingilín D. Strøm segði í løgtinginum, at hon ongar ábendingar hevði um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum.

 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Klaga um Dennis Holm

Á skránni hjá landsstýrismálanevndini er eisini hin klagan, sum nevndin hevur.

Hon er um landsstýrismannin Dennis Holm.

Har hevur nevndin ikki gjørt fyribilsniðurstøðu enn.

Dennis Holm hevur latið 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki, og fyrrverandi starvsfelagi hansara, Árni Skaale kærdi hann fyri tað. 

 

Bárður á Steig Nielsen, limur í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hanna Jensen á veg á fund í landsstýrismálanevndini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329