Vilja ikki hava pengar úr statskassanum

Vilja ikki hava pengar úr statskassanum
Føroyskir politikarar eiga ikki at fáa pengar úr Danmark til politiska upplýsing, halda tríggir flokkar
Føroyingar eiga sjálvir at gjalda fyri sessirnar í fólkatinginum, halda tríggir flokkar..
 
11.10.2024 - 06:51

Føroyskir politikarar eiga ikki at fáa pengar úr Danmark til politiska upplýsing.

Tað halda triggir flokkar í løgtinginum.

Meirilutin í uttanlandsnevndini, Framsókn, Fólkaflokkurin og Tjóðveldi, heldur tað vera skeivt, at onnur enn vit sjálvi rinda fyri politiska upplýsing í Føroyum.

Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt uppskotið um, at flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval, og valevni, sum ikki eru í nøkrum flokki, fáa studning úr statskassanum.

Meirilutin sigur, at fólkatingsval gerast alsamt meira óviðkomandi fyri føroyingar. 

Hann sigur eisini, at eftir seinasta fólkatingsval hevði Fólkaflokkurin rætt til 155.770 kr., Sambandsflokkurin 303.585 kr, Javnaðarflokkurin 283.864 kr., Tjóðveldi hevði rætt til 182.521 kr. og Miðflokkurin 45.029 kr. í studningi.

Minnilutin í uttanlandsnevndini, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, vil varðveita skipanina.

Men hann heitir á løgmann um at royna at fáa atkvøðumarkið lækkað, so munur ikki verður gjørdur á flokkunum.

Markið nú er 1.000 atkvøður.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655