Hanni Bjartalíð hevur skapt nakað heilt serligt

Hanni Bjartalíð hevur skapt nakað heilt serligt
VIDEOKVØÐA: Jan Andersson frá Steinprenti ber í hesum videobroti fram eina kvøðu til Hanna Bjartalíð, myndlistamann, ið hevur fingið Mentanarvirðisløn landsins
Bárður Thomsen
Hanni Bjartalíð, myndlistamaður
23.10.2024 - 19:53

Hanni Bjartalíð, myndlistamaður, fekk Mentanarvirðisløn landsins 2024 handaða frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum. 

"Tað, ið tú hevur skapt, er nakað heilt serligt," staðfestir Jan Andersson frá Steinprenti í kvøðu til Hanna Bjartalíð, myndlistamann. 

Jan Andersson, sum fyrstu ferð hitti Hanna Bjartalíð í 1999, vísir á, at Hanni Bjartalíð hevur staðið fyri sjey ella átta serframsýningum í Steinprenti, ið hava fevnt sera víða. Málningalist, installatiónir, ljós, steinprent, relief og annað. 

"Tað, ið tú skapar, er nakað heilt, heilt serligt."

"Tað hevur verið ein stór gáva, at verið partur av tí verki, ið tú hevur givið okkum,"

Jan Andersson, Steinprent

 

Endurnýtsla er ein týðandi partur av listini hjá Hanna Bjartalíð, leggur Jan Andersson afturat. 

"Tá tú (Hanni, red.) arbeiðir við træi, so finnur tú ofta tilfarið á byggiplássum ella í ruskbingjum. Bara tað, at tað eru sovorðin funnin ting, ið hava eitt patina, gevur listini nakað heilt serligt."

"Tað hevur verið ein stór gáva at verið partur av tí verki, ið tú hevur givið okkum," sigur Jan Andersson frá Steinprenti at enda. 


Jan Andersson frá Steinprenti (Mynd: Bárður Thomsen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858