- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um misálit verður neyvan samtykt
Orðaskiftið um uppskotið hjá formonnunum í andstøðuflokkunum um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, bendir higartil á, at bara andstøðan tekur undir við uppskotinum.
Løgtingið hevur síðan klokkan trý korter til tólv umrøtt misálitisuppskotið.
Málið snýr seg um, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, tilvitað ella av grovum ósketni hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.
Uppskotið fellur
Ein samlað andstøða stendur saman um at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýriskvinnuna, men higartil hava ikki verið ábendingar um, at nakar frá samgonguni fer at atkvøða fyri, og sostatt fellur uppskotið helst.
Eitt misálitisuppskot skal hava meirluta. Samgongan telur 18 atkvøður, og andstøðan telur 15 atkvøður. Sostatt skulu tvey frá samgonguni fara yvirum, skal uppskotið vera samtykt.
Enn hevur eingin frá samgonguni sagt seg vilja atkvøða fyri.
Sólvit Nolsøe frá Framsókn segði á tingsins røðarapalli, at orðingin, sum alt hóvastákið er um, er tikið úr einum samanhangi, og tí fara framsóknarfólkini ikki at atkvøða fyri.
Tjóðveldi fylgir landsstýrismálanevndini
Floksleiðsla og aðalstjórn hjá Tjóðveldi hava í tíðindaskrivi, sum er sent út klokkan 13.05, boðað frá, at tey eru samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum.
Og hetta segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eisini í tinginum fyri løtu síðani.
Sostatt bendir alt, at samgongan fer ikki at taka undir vð uppskotinum um misálit.