Útlendingar skulu gjalda fyri at brúka bussleiðina

Útlendingar skulu gjalda fyri at brúka bussleiðina
Talan hevur verið um, at fólk, sum ikki búgva í høvuðsstaðarkommununi, eisini skulu rinda, men tað skulu tey ikki
Útlendingar kunnu keypa trý sløg av ferðaseðlum, tá skipanin kemur í gildi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2024 - 14:01

Útlendsk ferðafólk skulu nú gjalda fyri at brúka bussleiðina í Havn.

Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjár.

Talan hevur verið um, at fólk, sum ikki búgva í høvuðsstaðarkommununi, eisini skulu rinda, men tað skulu tey ikki.

Higartil hevur skipanin verið tann, at tað kostar einki hjá brúkarum at koyra við bussleiðini.

Tað vil samstundis siga, at tað er kommunan, og harvið skattaborgararnir í Tórshavnar kommunu, sum fíggja kommunalu bussleiðina í høvuðsstaðnum, og sambært roknskapinum hjá kommununi kostaði tað slakar 36 milliónir krónur at reka bussleiðina í fjør.

Útlendingar kunnu keypa trý sløg av ferðaseðlum. Ein 24 tíma ferðaseðil fyri 100 krónur, ein tríggjar daga ferðaseðil fyri 200 krónur, ella ein sjey daga feðaseðil fyri 400 krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891