Einki ítøkiligt um fjarlestur

Einki ítøkiligt um fjarlestur
Men fjarlestur og fjarundirvísing eru við í strategisku ætlanini hjá Fróðskaparsetrinum fyri árini 2025 til 2030
Fjarlestur er við í strategisku ætlanini, men nær hann kemur, veit eingin enn.
 
30.10.2024 - 06:04

Fjarlestur og fjarundirvísing eru við í strategisku ætlanini hjá Fróðskaparsetrinum fyri árini 2025 til 2030.

Væntandi fer Fróðskaparsetrið tí, so ella so, at raðfesta tey.

Meira ítøkiligt er svarið frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, ikki, tá Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, spyr um Fróðskaparsetrið hevur ítøkiligar ætlanir um fjarlestur og fjarundirvísing.

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at fyri at røkka málunum um fjarlestur og fjarundirvísing, verður neyðugt at gera íløgur í KT- og samskiftisútgerð og læra undirvísarar nýggjar og hóskandi frálæruhættir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928