Makrelsamráðingar í dag

Makrelsamráðingar í dag
Útlitini fyri semju eru betri enn nakrantíð fyrr, tí kvotan verður nógv hægri næsta ár, og ES er sinnað at geva Føroyum størri part
 
23.10.2013 - 08:20

Útlitini fyri onkrum slagi av semju hava ikki verið so góð sum nú, strandarlondini fyrrapartin fara undir eina roynd at fáa semju um makrelkvotuna fyri 2014.

Fyri tað fyrsta er kvotan næsta ár nógv størri enn í ár.

Fiskifrøðingarnir hjá ICES halda tað vera ráðiligt at fiska 890.000 tons næsta ár, 64 prosent meira enn í ár.

Fyri tað næsta er ES sinnað at lata Føroyum og Íslandi størri part av heildarkvotuni, Føroyum 12 prosent og Íslandi 11,9 prosent.

Sum skilst tekur Ísland undir við uppskotinum hjá ES.

Føroyar halda fast um 15 prosent, um Føroyar sleppa at fiska hjá øðrum, ella 23 prosent sum í ár, um føroyingar skulu fiska allan sín makrel í føroyskum sjógvi.

Nýggja norska stjórnin hevur ikki boðað frá sínari støðu í makrelstríðnum.

Orsøkin til, at ES heldur tað vera ráðiligt at broyta prosentini nú, er stóra kvotan næsta ár.

Hóast ES fær færri prosent fyri at Føroyar og Ísland kunnu fáa fleiri prosent, ger stóra tonsatalið, at ES fær fleiri tons enn í ár.

Sambært uppskotinum hjá ES og Íslandi verður føroyska kvotan næsta ár 107.000 tons, 19.000 tons minni enn hon er í ár við 23 prosentum.

Samráðingarnar hjá strandarlondunum eru í London, og tær byrjar klokkan tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756