Óli fekk fólkið á føtur

Óli fekk fólkið á føtur
Unga føroyska álopsessið setti ferð á í seinna hálvleiki, og verjuspælararnir hjá Kosovo høvdu ongan kjans. - Tað hevur alt at siga at koma væl frá byrjan, segði Óli Mittún
06.11.2024 - 21:43

Tað var serliga ein spælari, sum fekk fólkið á føtur í Høllini á Hálsi.

Eftir ein eitt sindur stirvnan álopsinnsats í fyrra hálvleiki, setti Óli Mittún veruliga ferð í eftir steðgin, og tá høvdu tungu verjuspælararnir hjá Kosovo ongan kjans at fylgja við.

 - Vit koma eitt sindur illa frá byrjan, og vit sita eitt sindur fastir í álopinum, men tá vit byrja at spæla sjey ímóti seks og fáa screeningarnar við, hava teir tað rættuliga trupult, segði Óli Mittún eftir dystin.

Tað sást tíðliga, at føroyingarnir høvdu betri einstaklingar enn gestirnir, men teir fingu ikki veruliga glið á spælið í fyrra hálvleiki, har liðini fylgdust leingi. Løtuna fyri steðgin glapp tó eitt sindur, og góða gongdin gjørdist uppaftur betri í seinna hálvleiki, tá Føroyar og serliga Óli Mittún struku avstað.

IK Sävehof-bakkurin, sum í summar skiftir til GOG, vísti seg fram frá síni bestu síðu við gjøgnumbrotum og knøppum skotum úti frá, sum vórðu umsett til átta mál og fimm upplegg.

 - Tað var rættiliga strævið í dag. Teir góðu mær rættiliga nógv hørð skump í dag, men tað var hart og stuttligt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974