Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valfepur í Kringvarpi Føroya
Valfepur í Kringvarpi Føroya
Kommunuvalið í dag fer at seyra gjøgnum alt í Kringvarpi Føroya frá morgun til myrkurs, tí vit gevast ikki, fyrrenn vit vita, hvør situr í øllum 29 kommunustýrunum
12.11.2024 - 05:00
Í dag er kommunuval, og tað er ikki ov nógv sagt, at tað er veruligur valfepur í Kringvarpi Føroya, ikki minst her á heimasíðu Kringvarpsins.
Gjøgnum allan dagin verður heimasíðuna dagførd við greinum, innsløgum, myndum og annað, ið umrøðan kommunvalið.
Harumframt fara vit at hava ein beinleiðis valblogg her á heimasíðuni.
Og so koma øll valúrslitini út á heimasíðuna hjá KVF.
Valstemningur frá morgunstundini
Í útvarpinum fer kommunuvalið eisini at seta dagskránna frá morgunstundini í Góðan morgun Føroyum.
Fyrrverandi politikarar koma á gátt at tosa um, hvussu tað er at føra valstríð, og hvussu ein valdagur kennist.
Og so sleppa tit lurtarar eisini framat at spæla politikarar eina løtu, tá tit kunnu ringja inn og grundgeva ella tala fyri einum vallyfti, sum væl uppløgdu vertirnir geva tykkum.
Tá Góðan morgun Føroyar er av, so sendir Góðan morgun Føroyar-manningin eina serliga valsending frá klokkan 10 og til og við á middegi.
Valfepur og Tann ordiliga valsendingin
Seinnapartin hækkar valfepurin eitt vet klokkan 13, tá sendingin "Valfepur" er á skránni.
Við samrøðum, reportasjum og tónleiki fara Ingi Rasmussen, Lív Mikkelsen, og Gunnar Nolsøe at halda valdagin í Studio 3. Sent verður "Valfepur" fram til klokkan 18, tá útvarpstíðindini eru á skránni.
Eftir útvarpstíðindini klokkan 18, taka Finnur Koba, Tróndur Vatnhamar og Kári Sólstein yvir, tá "Tann ordiliga valsendingin" er á skránni í útvarpinum. Afturat sær hava teir valserfrøðingin Sámal Matras Kristiansen, og sent verður til øll kommunustýrini í landinum eru mannað.
Mynd: Bárður Veihe
Fimm valstudio kring landið
Í sjónvarpinum byrjar stóra valsendingin klokkan 19.
Umframt høvuðsstudio í Sortudíki í Havn, sum John Johannessen leiðir, so eru fimm valstudio kring landið - í Klaksvík, í Runavík, í Skopun, á Tvøroyri og so eitt í Høllini á Hálsi í Havn.
Vit fara at fylgja valinunum í øllum 29 kommunum, og vit gevast ikki, fyrr enn hvør atkvøða er tald.
Gott val og góðan valdag saman við okkum her í Kringvarpi Føroya.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
FAKTA UM KOMMUNUVALIÐ 2024
- 40.130 fólk hava valrætt á kommunuvalinum í dag. Tað eru 1083 fólk fleiri enn á kommunuvalinum fyri fýra árum síðani.
- 201 kommunustýrislimir skulu veljast til tey 29 bý- og bygdaráðini í dag.
- 556 fólk eru uppstillað. Tað eru níggju fólk fleiri enn til kommunuvalið í 2020, tá 547 fólk stillaðu upp.
- 219 kvinnur og 337 menn bjóða seg fram.
- 39,4 prosent av valevnunum eru tískil kvinnur. Tað er ein hækking í mun til í 2020, tá var talið 36 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV