Bóndin um vetrarfriðing: - vit eru talurørið hjá seyðinum

Bóndin um vetrarfriðing: - vit eru talurørið hjá seyðinum
Vetrarfriðing er millum evnini, sum hava fylt í valprátinum í Vága kommunu. Fólkið vil hava seyðin úr bygdunum, men bóndi hevur sína markantu meining
12.11.2024 - 20:15

Vetrarfriðing telist millum evnini, sum fyllir nógv í valprátinum í Vága kommunu.

Jákup Pauli í Eyðansstovu, bóndi á Giljanesi, heldur lítið um júst tað uppskotið.

 - Mann er talurørið hjá seyðinum. Hann dugir ikki at snakka, so teir bóndur og hagamenn, sum eru runt í Føroyum, mugu forsvara seyðin, og syrgja fyri, at tær rásirnar, sum seyðurin hevur gingið eftir í 1000 ár, ikki verða skalaðar ov nógv, sigur hann.

Hann heldur, at tað kanska er neyðugt at vetrarfriða onkustaðni, so øll fáa livað við tí.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF