Eldurin á Stykkinum í Landsrættinum í dag

Eldurin á Stykkinum í Landsrættinum í dag
Føroya rættur dømdi ein mann hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri eldáseting
Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2024 - 08:24

Eldurin á Stykkinum í september 2021 verður viðgjørdur í Landsrættinum í dag.

Ein maður fyrst í tjúgunum fekk í Føroya rætti hálvt annað ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri eldáseting.

Eldurin gjørdist so mikið stórur, at hann festi í eini grannahús. 

Bæði húsini fingu stóran skaða.

 

Setti eld á bil

Maðurin var eisini funnin sekur í at hava sett eld á ein bil sama kvøldið sum eldurin var á Stykkinum.

Men ta avgerðina hevur hann skotið inn fyri Landsrættin, tí hann sigur, at hann ikki hevur sett eld á nakran bil.

Ein annar maður, eisini fyrst í tjúgunum, var ákærdur og dømdur, men fríkendur fyri eldáseting. 

Ta fríkenningina hevur ákæruvaldið skotið inn fyri Landsrættin.

 

Innbrot og harðskapur

Ákæruvaldið heldur uppá, at hann hevur viðvirkað til eldáseting.     

Maðurin fekk annars tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri innbrot og eitt harðskapsmál.

Hann skal, sambært dóminum, eisini gera 80 tímar samfelagstænastu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928