Venjarin: Vunnu upp á føroyska mátan

Venjarin: Vunnu upp á føroyska mátan
Eyðun Klakstein fekk eina dreymabyrjan, tá Føroyar vunnu tepurt á Armenia í Nations League. Tað var ikki pent, men "vit vunnu upp á føroyska mátan", segði venjarin
14.11.2024 - 19:29

 - Tá alt kom til alt, haldi eg, at vit vunnu upp á tann føroyska mátan í dag.

Tað segði ein fegin venjari eftir tepra 1-0 sigurin á Armenia á útivølli. Eyðun Klakstein stóð á odda fyri føroyska A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, og hann sá Viljorm Davidsen leggja Føroyar framum 1-0 við brotsparki fyri steðgin.

Armenia leyp á meginpartin av dystinum, meðan Føroyar lógu langt afturi og vardu egnan brotsteig.

Trýstið bara øktist í seinna hálvleiki, men føroyingarnir stóðu sera væl, og tá armenar viðhvørt fingu skot á, tók Teitur Matras Gestsson tað, hann skuldi.

 - Tað bleiv ein øgiliga kaotiskur dystur. Vit høvdu vilja stýrt honum eitt sindur meir, vit høvdu vilja spælt eitt sindur meir, segði Eyðun Klakstein.

Nú gongur leiðin til Norðurmakedónia, har síðsti dysturin í hesi Nations League-kappingin er á skránni.

 - Skulu vit ikki bara taka tann seinna dystin eisini? Eg haldi, at vit fara eftir tí, segði venjarin við einum smíli.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037